Ævi teirra frelstu
1 OG eg sá nýggjan himin og nýggja jørð: tí hin fyrsti himin og fyrsta jørðin vóru gingin undir; og tað var eingin sjógvur meira. |
2 Og eg, Jóhannes, sá hin heilaga stað, ta nýggju Jerusalem, koma niður frá Guði úr himni, tilbúgvin eins og brúður sum er skrýdd fyri mann sín. |
3 Og eg hoyrdi mikla rødd úr himni siga, Sí, tabernakkul Guðs er hjá monnum, og hann vil búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara, og Guð sjálvur skal vera hjá teimum, og vera Guð teirra. |
4 Og Guð skal turka burtur øll tár frá eygum teirra; og eingin deyði skal vera meira, eiheldur sorg, ella grátur, eiheldur skal nøkur pína vera meira: tí hinir fyrru lutir eru gingnir undir. |
Opinberingin 21:1-4 |
Hevur tú hugsa um hvar tú skalt vera í ævinleikanum?
Lívið her er jú stutt og skjótt er tað farið! Hvussu eru tíni viðurskifti við Skriftarinnar Gud? Tí einasta sanna Gudi sum til er.
Tí hinir ósjónligu lutir hansara frá skapan veraldarinnar eru klárliga sæddir, við tað at teir verða fataðir av teimum lutum ið eru gjørdir, enntá hans ævigi máttur og Gudskapur; so at teir eru uttan umbering: (Róm 1:20)
Nei vit menniskju hava onga umbering fyri at ignorera Gud, sum alt hevur skapt við Jesusi Kristi. Vit gera okkum sjálv eina stóra tænastu at seta okkum inn í boðskapin Gud hevur til okkum menniskju.
Tað finst einans ein sannleiki og hann er opinberaður okkum í Skriftunum.
Øll hava synda
Guds orð slær fast at øll menniskju hava syndað.
Hvørsvegna, eins og við einum manni synd kom inn í heimin, og deyði við synd; og deyði soleiðis fluttist uppá allar menn, tí at allir hava syndað: (Róm 5:12)
Tí at løn syndarinnar er deyði; men gáva Guðs er ævigt lív ígjøgnum Jesus Christ váran Harra. (Róm 6:23)
Tí hvørsumhelst ið heldur alla lógina, og tó forbrýtur seg í einum punkti, hann er sekur í øllum. (Ják 2:10)
Tá vit lesa um at lønin í syndin gevur er deyði, so mugu vit minnast til hvat Opinberingin sigur um deyða teirra glataðu.
Og deyði og helviti vórðu kastaði inn í eldsjógvin. Hetta er hin annar deyðin. Og hvørsumhelst ið fanst ikki skrivaður í lívsins bók, varð kastaður inn í eldsjógvin. (Op 20:14-15)
Og at tað er talan um eina æviga glatan er ongin ivi um:
Og roykurin av teirra pínslu stígur upp um aldur og ævir: og teir hava onga hvílu dag ella nátt, sum tilbiðja djórið og mynd hans, og hvørsumhelst ið móttekur merki navns hans. (Op 14:11)
Hevur tú enn ikki sæð hvussu stórur syndari tú ert, so bið til Gud um at hann má vísa tær tínar syndir. Jesus sigur:
Eg kom ikki at kalla hinar rættvísu, men syndarar til umvendingar. (Luk 5:32)
Vend tær frá tínum syndum og til trúgv á Harran Jesus Kristus.
Gud hevur ofra sín eingitna Son á Golgata fyri okkara syndir.
Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav sín eingitna Son, til tess at hvørsumhelst, ið trýr á hann, ikki skuldi glatast, men hava ævigtvarandi lív. Tí Guð sendi ikki Son sín í heimin at fordøma heimin; men fyri at heimurin ígjøgnum hann mátti verðið frelstur. Hann, ið trýr á hann, er ikki fordømdur: men hann, sum ikki trýr, er longu fordømdur, av tí at hann ikki hevur trúð á navn hins eingitna Sonar Guðs. (Joh 3:16-18)
Frelsan er ein gáva frá Gudi:
Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv; og tað er ikki av tykkum sjálvum: tað er gáva Guðs: Ikki av verkum, fyri at ikki nakar skuldi rósa sær. (Eph 2:8-9)
Ein frelstur syndari livir í heilaggering
Sum lýðin børn skulu tit ikki móta tykkum eftir hinum undanfarnu girndunum í tykkara vankunnu: Men eins og hann, ið hevur kallað tykkum, er heilagur, soleiðis verið tit heilagir í øllum hátti av atferð; (1Pæ 1:14-15)
Ein frelstur syndari kemur tó at stríðast við syndina.
Um vit siga at vit onga synd hava, so svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. (1Jo 1:8)
Tann sæla vón
Jesus kemur ein dag og tekur síni heim til Sín.
Tí Guðs náði, sum viðførir frelsu, er birt fyri øllum monnum, Og hon lærir okkum, at vit skuldu avnokta ógudiligleika og verðsligar lystir, og liva edrúiliga, rættvísiliga, og gudiliga, í hesi núverandi verøld; Væntandi eftir hini sælu vón, og dýrdmiklu birting hins mikla Guðs og Frelsara várs Jesu Christs; (Tit 2:11-13)
Tí at sjálvur Harrin skal stíga niður av himni við einum rópi, við høvuðseingilsins rødd, og við lúðri Guðs: og tey deyðu í Christi skulu fyrst rísa upp: So skulu vit, sum eru á lívi og eru eftir, verða rykt upp saman við teimum í skýggjunum, at møta Harranum í luftini: og so skulu vit altíð vera hjá Harranum. Hvørsvegna troystið hvør annan við hesum orðum. (1Th 4:16-18)
Tíðin vit liva í.
Vit liva í eini verð har Satan hevur blinda mong menniskju. At fylgja Satan er lætt. Tú skalt bara elta tann stóra skara sum ignorera Skriftarinnar boðskap um synd, rættvísi og dóm.
Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma Menniskjusonarins verða. Tí at eins og í døgunum ið vóru frammanundan flóðini, tey ótu og drukku, giftust og góvu í giftu, inntil tann dag ið Nói fór inn í ørkina, Og vitstu ikki fyrrenn flóðin kom, og tók tey øll burtur; soleiðis skal eisini koma Menniskjusonarins verða. (Mat 24:37-39)
Er Jesus tín frelsari
Hevur tú ikki tíni viðurskifti við Jesus í lagi, so far í bøn til Hann um at Hann má frelsa teg.
Søkið HARRAN meðan hann kann verða funnin, kallið á hann meðan hann er nær: (Isa 55:6)
At teir skuldu søkja Harran, um møguliga teir máttu trilvað eftir honum, og funnið hann, hóast hann veri ikki fjart frá hvørjum einstøkum av okkum: (Apg 17:27)
Søkið Gud og frelsuna í Jesusi Kristi meðan tað enn er tíð. Fyri nógv menniskju bleiv tað ov seint. Tey vóru upptikin av hvat Satan, prinsurin av hesum heimi, hevði at bjóða. Lat tað ikki vera soleiðis við tær.
Eldsjógvurin, ævigi eldur teirra glataðu.
Heimurin stevnir fram móti sínum undirgangi. Gud hevur felt dóm yvir henda ónda heim. Hesin dómur verður útførdur tá Guds tíð til tess kemur.
Og djevulin, sum villleiddi teir, varð kastaður inn í sjógvin av eldi og svávuli, har djórið og falski propheturin eru, og skulu verða pínslaðir dag og nátt um aldur og ævir. Og eg sá mikið hvítt hásæti, og hann ið sat á tí, frá hvørs andliti jørðin og himinin flýddu burt; og tað fanst einkið stað fyri teimum. Og eg sá hinar deyðu, smáar og miklar, standa frammanfyri Guði; og bøkurnar vórðu latnar upp: og ein onnur bók varð latin upp, sum er lívsins bók: og hinir deyðu vórðu dømdir út frá teim tingunum sum vóru skrivaði í bókunum, eftir teirra verkum. Og sjógvurin gav upp hinar deyðu sum vóru í honum; og deyði og helviti flýggjaðu upp hinar deyðu sum vóru í teimum: og teir vórðu dømdir hvør eftir sínum verkum. Og deyði og helviti vórðu kastaði inn í eldsjógvin. Hetta er hin annar deyðin. Og hvørsumhelst ið fanst ikki skrivaður í lívsins bók, varð kastaður inn í eldsjógvin. (Op 20:10-15)
Kæri lesari
Um Jesus ikki er tín frelsari, so vend um frá tínum syndum til trúgv á Harran Jesus Kristus. Trúgv hvat Skriftirnar siga at Jesus gjørdi fyri teg og meg. Han tók jú okkara syndir á Seg. Skuldarbrævið bleiv neglt á krossin. Og ger so sum teir gjørdu í Berøa:
Hesir vóru meira tignarligir enn teir í Thessalónicu, í at teir tóku ímóti orðinum við øllum sinnisfúsleika, og kannaðu skriftirnar dagliga, hvørt tey tingini vóru so. (Apg 17:11)
Kom saman við øðrum trúgvandi
Bið Gud um at føra teg saman við øðrum trúgvandi menniskjum:
Og ikki yvirgeva savningina av okkum sjálvum saman, eins og hátturin hjá summum er; men formana hvør annan: og tað mikið meira sum tit síggja dagin nærkast. (Heb 10:25)
Eina samkomu sum kunngerð alt ráð Guds.
Tí at eg havi ikki skýggjað at kunngera tykkum alt Guðs ráð. (Apg 20:27)
Dópur
Skriftirnar siga frá at tey sum komu til trúgv á Harran Jesus Kristus lótu seg doypa. Vit lesa um Filip og hirðmannin:
Og sum teir fóru á vegi sínum, komu teir at ávísum vatni: og hirðmaðurin segði, Sí, her er vatn; hvat forðar mær at verða doyptur? Og Philippus segði, Um tú trýrt við øllum tínum hjarta, so kanst tú. Og hann svaraði og segði, Eg trúgvi at Jesus Christus er Sonur Guðs. Og hann beyð vagninum at standa stillur: og teir fóru niður báðir inn í vatnið, bæði Philippus og hirðmaðurin; og hann doypti hann. (Apg 8:36-38)
Ævi teirra glataðu
12 Og eg sá hinar deyðu, smáar og miklar, standa frammanfyri Guði; og bøkurnar vórðu latnar upp: og ein onnur bók varð latin upp, sum er lívsins bók: og hinir deyðu vórðu dømdir út frá teim tingunum sum vóru skrivaði í bókunum, eftir teirra verkum. |
13 Og sjógvurin gav upp hinar deyðu sum vóru í honum; og deyði og helviti flýggjaðu upp hinar deyðu sum vóru í teimum: og teir vórðu dømdir hvør eftir sínum verkum. |
14 Og deyði og helviti vórðu kastaði inn í eldsjógvin. Hetta er hin annar deyðin. |
15 Og hvørsumhelst ið fanst ikki skrivaður í lívsins bók, varð kastaður inn í eldsjógvin. |
Opinberingin 20:12-15 |