Sodomi ávaring

RÓMVERJARNIR 1:18-32
18
Tí at vreiði Guðs verður opinberað frá himni ímóti øllum ógudiligleika og órættvísi hjá monnum, sum halda sannleikanum í órættvísi;
19 Av tí at tað, sum kann vitast um Guð, er eyðsýnt í teimum; tí at Guð hevur sýnt teimum tað.
20 Tí hinir ósjónligu lutir hansara frá skapan veraldarinnar eru klárliga sæddir, við tað at teir verða fataðir av teimum lutum ið eru gjørdir, enntá hans ævigi máttur og Gudskapur; so at teir eru uttan umbering:
21 Av tí at, tá ið teir kendu Guð, dýrðmettu teir hann ikki sum Guð, eiheldur vóru takksamir; men gjørdust fáfongdir í sínum ímyndanum, og teirra fávitskuta hjarta varð myrkjað.
22 Váttandi seg at vera vísar, gjørdust teir dárar,
23 Og broyttu dýrd hins óforgongiliga Guðs yvirí eina mynd, gjørd lík forgongiligum manni, og fuglum, og ferføttum djórum, og skriðkyktum.
24 Hvørsvegna Guð eisini gav teir upp til óreinsku, ígjøgnum girndirnar av teirra egnu hjørtum, at vanæra síni egnu likam sín ámillum:
25 Hvørjir broyttu sannleika Guðs í eina lygn, og tilbóðu og tænaðu skapninginum meir enn Skaparanum, sum er vælsignaður um ævir. Amen.
26 Av hesi grund gav Guð teir upp at ótespiligum lystum: tí sjálvt teirra kvinnur broyttu tað náttúrliga brúkið yvirí hatta sum er ímóti náttúruni:
27 Og somuleiðis eisini menninir, farandi frá tí náttúrliga brúkinum av kvinnuni, brendu í síni girnd hvør móti øðrum; menn við monnum virkandi hatta sum er ósømiligt, og fáandi í sær sjálvum tað viðurlag villu sínar sum var hóskiligt.
28 Og enntá sum teimum líkaði ikki at afturhalda Guð í sínum kunnleika, gav Guð teir yvir til eitt afturkastiligt sinni, at gera hasar lutir sum ikki eru sømiligir;
29 Verandi fyltir við allari órættvísi, siðloysi, vondsku, ágirnd, illviljaskapi; fullir av øvund, morði, trætnaði, sviki, óndskapi; teskarar,
30 Bakbítarar, hatarar av Guði, illviljaðir, hugmóðigir, reyparar, uppfinnarar av illum tingum, foreldrum ólýdnir,
31 Uttan skil, sáttmálabrótarar, uttan náttúrligan alsk, ósemjiligir, ómiskunnsamir:
32 Sum, kennandi dóm Guðs, at teir, sum fremja slíkar lutir, eru verdir til deyða, ikki bara gera hinar somu, men hava fragd í teimum sum gera teir.

JUDAS 1:7
7 Júst eins og Sodoma og Gomorrha, og staðirnir íkring teir á líkan hátt, sum góvu seg yvir til siðloysi, og fóru eftir fremmandum kjøti, eru settir fram til eitt fyridømi, líðandi revsidómin av ævigum eldi.

GENESIS 19 1-29
1
Og tað komu tveir einglar til Sodomu um aftan; og Lot sat í portri Sodomu: og Lot, tá ið hannteir, reis upp at møta teimum; og boygdi seg við sínum andliti ímóti jørðini;
2 Og hann segði, Síggið nú, mínir harrar, vendið inn, eg biði tykkum, inn í hús tænara tykkara, og dvøljið alla nátt, og tváið tykkara føtur, og tit skulu rísa upp tíðliga, og fara á leiðum tykkara. Og teir søgdu, Nei; men vit vilja verða verandi í gøtuni í alla nátt.
3 Og hann strongdi á teir stórligani; og teir vendu inn til hansara, og fóru inn í hús hansara; og hann gjørdi teimum veitslu, og bakaði ósúrgað breyð, og teir ótu.
4Men áðrenn teir løgdust niður, umringaðu menninir úr staðinum, enntá menninir úr Sodomu, húsið umkring, bæði gamlir og ungir, alt fólkið frá hvørjum heraðshorni:
5 Og teir rópaðu á Lot, og søgdu við hann, Hvar eru menninir sum komu inn til tín hesa nátt? før teir út til okkara, at vit mega kenna teir.
6 Og Lot fór út við dyrnar til teirra, og læt hurðina aftur eftir seg,
7 Og segði, Eg biði tykkum, brøður, gerið ikki so vondliga.
8 Sí nú, eg havi tvær døtur, sum ikki hava kent mann; latið meg, eg biði tykkum, føra tær út til tykkara, og gerið við tær sum er gott í eygum tykkara: bert hesum monnunum gerið einkið; tí at tessvegna komu teir undir skuggan av taki mínum.
9 Og teir søgdu, Statt tilbakar. Og teir søgdu aftur, Hesin eini felagin kom inn at útisita, og hann vil endiliga vera ein dómari: nú vilja vit fara verri við tær enn við teimum. Og teir strongdu sáran á mannin, tað er Lot, og komu nær at bróta hurðina.
10 Men menninir koyrdu fram sína hond, og togaðu Lot inn í húsið til sín, og lokaðu hurðina fyri.
11 Og teir slógu menninar, sum vóru við dyrnar av húsinum, við blindleika, bæði smáar og stórar: so at teir møddu seg at finna hurðina.
12 ¶ Og menninir søgdu við Lot, Hevurt tú her nakran umframt? verson, og synir tínar, og døtur tínar, og hvatsumhelst tú hevurt í staðinum, før tey út úr hesum plássi:
13 Tí at vit vilja oyða hetta stað, av tí at rópið av teimum er vorðið mikið frammi fyri andliti HARRANS; og HARRIN hevur sent okkum at oyða tað.
14 Og Lot fór út, og talaði við sínar versynir, sum giftu seg við døtrum hansara, og segði, Upp, sleppið tykkum út úr hesum plássi; tí at HARRIN vil oyða henda stað. Men hann tóktist sum ein ið spottaði fyri versonum sínum.
15 ¶ Og tá ið morgunin reistist, tá skundaðu einglarnir undir Lot, og søgdu, Reis teg, tak konu tína, og báðar døtur tínar, sum eru her; at ikki tú verði upptærdur í misgerð staðarins.
16 Og meðan hann drálaði, løgdu menninir hald á hond hansara, og á hondina á konu hansara, og á hondina á báðum døtrum hansara; HARRIN verandi honum miskunnarfullur: og teir førdu hann út, og settu hann uttanfyri staðin.
17 ¶ Og tað bar á, tá ið teir høvdu ført tey út um, at hann segði, Kom tær undan fyri títt lív; hygg ikki afturum teg, eiheldur steðgi tú á øllum slættanum; kom tær undan til fjallið, at ikki tú verði upptærdur.
18 Og Lot segði við teir, Á, ikki so, Harri mín:
19 Síggj nú, tænari tín hevur funnið náði í tíni eygsjón, og tú hevurt stórgjørt tína miskunn, sum tú hevurt sýnt mær í at frelsa mítt lív; og eg kann ikki koma mær undan til fjallið, at ikki okkurt ilt taki meg, og eg doyggi:
20 Síggj nú, hesin staður er nær at flýggja til, og hann er ein lítil ein: Á, lat meg koma mær undan hagar, (er hann ikki ein lítil ein?), og sál mín skal liva.
21 Og hann segði við hann, Sí, eg havi góðtikið teg viðvíkjandi hesum tingi eisini, at eg vil ikki kollrenna henda stað, fyri hvønn tú hevurt talað.
22 Skunda tær, kom tær undan hagar; tí at eg kann ikki gera nakað, til tú verði komin hagar. Tí varð navnið á staðinum kallað Zóar.
23 ¶ Sólin var risin á jørðina, tá ið Lot fór inn í Zóar.
24 Tá regnaði HARRIN yvir Sodomu og yvir Gomorruh svávul og eld frá HARRANUM úr himni;
25 Og hann kollrendi hasar staðirnar, og allan slættan, og allar íbúgvarnar av staðunum, og tað sum vaks á lendinum.
26 ¶ Men kona hansara hugdi tilbakar frá fyri aftan hann, og hon varð at saltstólpa.
27 ¶ Og Ábraham fór upp árla um morgunin til staðið har hann stóð frammi fyri HARRANUM:
28 Og hann leit ímóti Sodomu og Gomorruh, og ímóti øllum landi slættarins, og skoðaði, og sí, roykurin av landinum fór upp sum roykurin úr bræðsluovni.
29 ¶ Og tað bar á, tá ið Guð oyddi staðir slættarins, at Guð mintist til Ábrahams, og sendi Lot út úr miðjari kollrenningini, tá ið hann kollrendi staðirnar í hvørjum Lot dvaldist.