1. Jóhannes

  • 1. Jóhannes 4:3

    KJB And every spirit that confesseth not that Jesus Christ is come in the flesh is not of God: and this is that spirit of antichrist, whereof ye have heard that it should come; and even now already is it in the world.

    FKJ Og hvør andi sum ikki játtar, at Jesus Christus er komin í kjøtinum, er ikki av Guði: og hetta er hasin andi antichrists, sum tit hava hoyrt um, at hann skuldi koma; og enntá longu nú er hann í heiminum.

    VD Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt, kemur – og hann er longu nú í heiminum.

    JD Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Guði; og hetta er Antikrists andi, sum tit hava hoyrt um, at hann kemur, og hann er longu nú í heiminum.

  • 1. Jóhannes 5:7-8

    KJB For there are three that bear record in heaven, the Father, the Word, and the Holy Ghost: and these three are one. And there are three that bear witness in earth, the Spirit, and the water, and the blood: and these three agree in one.

    FKJ Tí at tað eru tríggir ið geva frágreiðing í himni, Faðirin, Orðið, og Halgi Andin: og hesir tríggir eru eitt. Og tað eru trý sum bera vitni á jørð, Andin, og vatnið, og blóðið: og hesi trý semjast í eitt.

    VD Tey eru trý, sum vitna: Andin, vatnið og blóðið; og hesi trý eru sameind til eitt.

    JD Tí at trý eru tey, sum vitna: Andin og vatnið og blóðið, og hesi trý eru sameind til eitt.

  • 1. Jóhannes 5:21

    KJB Little children, keep yourselves from idols. Amen.

    FKJ Lítlu børn, haldið tykkum frá avgudum. Amen.

    VD Børn míni! Varðið tykkum fyri avgudunum!

    JD Børn míni, varið tykkum fyri avgudunum!