2. Pætur

  • 2. Pætur 2:1

    KJB But there were false prophets also among the people, even as there shall be false teachers among you, who privily shall bring in damnable heresies, even denying the Lord that bought them, and bring upon themselves swift destruction.

    FKJ MEN tað vóru eisini falskir prophetar millum fólkið, enntá sum tað skulu verða falskir lærarar tykkara millum, sum loyniliga skulu føra inn heldømiligar ranglærur, og sjálvt avnokta Harran ið keypti teir, og føra yvir seg snara oyðing.

    VD Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.

    JD Men eisini svikaprofetar komu upp millum fólkið, eins og falslærarar eisini munnu koma tykkara millum, sum skulu smoyggja inn ringum ranglærum, við tað at teir enntá avnokta Harran, sum keypti teir, og føra bráðan undirgang yvir seg sjálvar.

  • 2. Pætur 2:17

    KJB These are wells without water, clouds that are carried with a tempest; to whom the mist of darkness is reserved for ever.

    FKJ Hesir eru keldur uttan vatn, skýggj sum rekast við harðveðri; teimum er myrkurs disið goymt um ævir.

    VD Hesi eru vatnleysar keldur, skýggj, ið fúka fyri storminum; niða og nátt eru teimum goymdar.

    JD Hesir menn eru vatnleysar keldur og toka, sum rekur fyri harðveðri; til teirra er bølamyrkrið goymt.

  • 2. Pætur 3:9

    KJB The Lord is not slack concerning his promise, as some men count slackness; but is longsuffering to us-ward, not willing that any should perish, but that all should come to repentance.

    FKJ Harrin er ikki seinførur viðvíkjandi síni fyrijáttan, sum summir rokna sum seinføri; men er langmóðigur mótvegis okkum, ikki villigur at nakar skuldi glatast, men at øll skuldu komið til umvendingar.

    VD Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.

    JD Ikki drálar Harrin við fyrijáttanini, soleiðis sum summir halda tað fyri eina drálan; men heldur er hann langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar.

  • 2. Pætur 3:10

    KJB But the day of the Lord will come as a thief in the night; in the which the heavens shall pass away with a great noise, and the elements shall melt with fervent heat, the earth also and the works that are therein shall be burned up.

    FKJ Men dagur Harrans vil koma sum tjóvur á nátt; í hvørjum himnarnir skulu ganga undir við miklum braki, og frumevnini skulu smelta við brennandi hita, eisini jørðin og verkini, sum á henni eru, skulu verða brend upp.

    VD Men dagur Harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp.

    JD Men Harrans dagur skal koma eins og tjóvur; og tá skulu himnarnir ganga undir við miklum duni, og eldur skal koma í frumevnini, og tey skulu skiljast sundur, og jørðin og øll tey verk, sum á henni eru, skulu brenna upp.