Ephesarar

  • Ephesarar 1:1

    KJB Paul, an apostle of Jesus Christ by the will of God, to the saints which are at Ephesus, and to the faithful in Christ Jesus:

    FKJ PAULUS, ein ápostul Jesu Christs við Guðs vilja, til hinar heilagu sum eru í Ephesus, og til hinar trúføstu í Christi Jesusi:

    VD Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu – til hini heiløgu í Efesus, tey, sum trúgva á Kristus Jesus.

    JD Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, til teirra heilagu, sum eru í Efesus, og sum eru trúgvandi í Kristi Jesusi.

  • Ephesarar 3:9

    KJB And to make all men see what is the fellowship of the mystery, which from the beginning of the world hath been hid in God, who created all things by Jesus Christ:

    FKJ Og at fáa allar menn at sjá hvat er samfelag loyndardómsins, sum frá byrjan veraldarinnar hevur verið fjaldur í Guði, sum skapti øll ting við Jesusi Christi:

    VD og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndarmálinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt

    JD og at upplýsa allar um, hvussu tað er við húshaldinum við hesum loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið fjaldur í Guði, sum allar lutir hevur skapað,

  • Ephesarar 3:14

    KJB For this cause I bow my knees unto the Father of our Lord Jesus Christ,

    FKJ Fyri hesa grund boyggi eg míni knø fyri Faðir várs Harra Jesu Christs,

    VD Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum

    JD Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum,

  • Ephesarar 4:6

    KJB One God and Father of all, who is above all, and through all, and in you all.

    FKJ Ein Guð og Faðir alra, sum er omanfyri allar, og gjøgnum allar, og í tykkum øllum.

    VD ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum.

    JD ein Guð og faðir at øllum, hann sum er yvir øllum og gjøgnum alt og í øllum.

  • Ephesarar 4:21

    KJB If so be that ye have heard him, and have been taught by him, as the truth is in Jesus:

    FKJ Um so veri at tit havi hoyrt hann, og eru vorðnir lærdir av honum, sum sannleikin er í Jesusi:

    VD so satt sum tit hava hoyrt um Hann og eru upplærd í Honum, soleiðis sum sannleiki er í Jesusi –

    JD um tit annars hava hoyrt um hann og eru upplærdir í honum, soleiðis sum sannleikin er í Jesusi:

    Sí eisini: https://skriftin.com/tag/um/