Galatararnir

  • Galatararnir 3:1

    KJB O foolish Galatians, who hath bewitched you, that ye should not obey the truth, before whose eyes Jesus Christ hath been evidently set forth, crucified among you?

    FKJ O DÁRSOMU Galatarar, hvør hevur trøllbundið tykkum, at tit skuldu ikki akta sannleikan, frammi fyri hvørs eygum Jesus Christus hevur verðið eyðsýniliga settur fram, krossfestur tykkara millum?

    VD Tit skilaleysu Galatar! Hvør hevur gandað tykkum, tit, sum Jesus Kristus varð málaður fyri eygum, sum krossfestur!

    JD O, tykkara skilaleysu Galatar! Hvør hevur forgjørt tykkum, tit sum tó fingu Jesus Krist uppmálaðan krossfestan fyri eygunum á tykkum?

  • Galatararnir 3:17

    KJB And this I say, that the covenant, that was confirmed before of God in Christ, the law, which was four hundred and thirty years after, cannot disannul, that it should make the promise of none effect.

    FKJ Og hetta sigi eg, at sáttmálan, ið varð staðfestur frammanundan av Guði í Christi, kann lógin, sum varð fýra hundrað og tríati ár aftaná, ikki ógilda, at hon skuldi gjørt fyrijáttanina av ongari virkni.

    VD Tað, sum eg vil siga, er hetta: Sáttmála, ið frammanundan er staðfestur av Gudi, kann lógin, sum kom 430 ár seinni, ikki seta úr gildi, so hon skuldi gjørt lyftið til einkis.

    JD Tað sum eg vil siga, er hetta: Ein sáttmála, sum frammanundan var staðfestur av Guði, kann lógin, sum kom fýra hundrað og tríati ár seinni, ikki gera ónýtan, so at hon skuldi gera fyrijáttanina til einkis.

  • Galatararnir 4:7

    KJB Wherefore thou art no more a servant, but a son; and if a son, then an heir of God through Christ.

    FKJ Hvørsvegna tú ert ikki longur tænari, men sonur; og um sonur, tá arvingi Guðs ígjøgnum Christ.

    VD Tú ert tá ikki trælur longur, men sonur; og ert tú sonur, ert tú eisini arvingi við Gudi.

    JD So ert tú tá ikki longur trælur, men sonur; men ert tú sonur, tá ert tú eisini arvingi fyri Guðs sakir.

  • Galatararnir 5:12

    KJB I would they were even cut off which trouble you.

    FKJ Eg vildi, at teir vórðu enntá skornir av, sum órógva tykkum.

    VD Eg vildi, at teir skuldu skorið seg sjálvar sundur, teir, ið villleiða tykkum.

    JD Gævi, at teir, sum øsa tykkum upp, høvdu limlestað seg sjálvar!

  • Galatararnir 5:19

    KJB Now the works of the flesh are manifest, which are these; Adultery, fornication, uncleanness, lasciviousness,

    FKJ Men kjøtsins verk eru eyðsýnd, hvørji eru hesi; Hordómur, siðloysi, óreinska, skendska,

    VD Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,

    JD Men holdsins verk eru opinlýs, og tey eru: ólevnað, óreinskapur, ólíkligskapur,