Opinbering Jóhannesar

  • Opinbering Jóhannesar 8:13

    KJB And I beheld, and heard an angel flying through the midst of heaven, saying with a loud voice, Woe, woe, woe, to the inhabiters of the earth by reason of the other voices of the trumpet of the three angels, which are yet to sound!

    FKJ Og eg skoðaði, og hoyrdi eingil flúgva ígjøgnum miðjan himin, og siga við harðari rødd, Vei, vei, vei, jarðarinnar íbúgvum, vegna hinar røddirnar av lúðrunum hjá teimum trimum einglunum, sum enn eiga at ljóða!

    VD Síðani sá eg – og eg hoyrdi ørn, ið fleyg mitt uppi undir himli, siga hart: »Vei, vei, vei teimum, ið á jørðini búgva, táið hinir tríggir einglarnir, sum blása skulu í lúður, lata lúðrar sínar ljóða!«

    JD Og eg sá og eg hoyrdi ørn fljúgva uppi undir miðhimninum og siga við harðari reyst: »Vei, vei, vei teimum, sum á jørðini búgva, fyri básúnurøddirnar, sum eftir eru, frá hinum trimum einglunum, sum eiga at básúna!«

  • Opinbering Jóhannesar 11:7

    KJB And when they shall have finished their testimony, the beast that ascendeth out of the bottomless pit shall make war against them, and shall overcome them, and kill them.

    FKJ Og tá ið teir hava fullført sín vitnisburð, skal djórið, sum stígur upp úr tí botnleysu avgrundini, føra kríggj ímóti teimum, og skal vinna yvir teimum, og drepa teir.

    VD Táið teir eru lidnir at bera fram vitnisburð sín, skal dýrið, sum stígur upp úr avgrundini, berjast við teir, sigra yvir teimum og drepa teir.

    JD Og tá ið tey hava fullført vitnisburð sín, skal djórið, sum stígur upp úr avgrundini, føra stríð við tey, og skal vinna tey og drepa tey.

  • Openbering Jóhannesar 11:8

    KJB And their dead bodies shall lie in the street of the great city, which spiritually is called Sodom and Egypt, where also our Lord was crucified.

    FKJ Og teirra deyðu likam skulu liggja í gøtuni av mikla staðinum, sum andliga kallast Sodoma og Egyptaland, har eisini Harri okkara varð krossfestur.

    VD Lík teirra skulu liggja á gøtu hins stóra staðar, sum andaliga eitur Sodoma og Egyptaland – har eisini Harri teirra varð krossfestur.

    JD Og lík teirra skulu liggja á gøtunum í staðinum mikla, sum andliga kallast Sódoma og Egyptaland, har sum eisini harri teirra varð krossfestur.

  • Opinbering Jóhannesar 13:8

    Og allir teir, sum á jørðini búgva, skulu tilbiðja hann, hvørs nøvn ikki eru skrivað í lívsins bók hjá Lambinum, sum varð slátrað frá grundlegging veraldarinnar.

  • Openbering Jóhannesar 13:16

    KJB And he causeth all, both small and great, rich and poor, free and bond, to receive a mark in their right hand, or in their foreheads:

    FKJ Og hann veldur øllum, bæði smáum og miklum, ríkum og fátøkum, fríum og trælum, at móttaka eitt merki í sína høgru hond, ella í síni ennir:

    VD Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna,

    JD Og tað fær allar, bæði smáar og stórar, bæði ríkar og fátækar, bæði frælsar og trælar til at seta sær merki á høgru hond sína ella á enni sítt,