Nýggja Testamenti

  • Rómverjarnir 8:1

    KJB There is therefore now no condemnation to them which are in Christ Jesus, who walk not after the flesh, but after the Spirit.

    FKJer nú eingin fordøming hjá teimum sum eru í Christi Jesusi, sum ikki ganga eftir kjøtinum, men eftir Andanum.

    VD So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.

    JD So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.

    DK1819 Saa er da nu ingen Fordømmelse for dem, som ere i Christus Jesus, der ikke vandre efter Kjødet, men efter Aanden.

    SV1873 Så är nu intet fördömeligit i dem som äro i Christo Jesu, de icke vandra efter köttet, utan efter Andan.

  • Hebrearar 11:37

    KJB They were stoned, they were sawn asunder, were tempted, were slain with the sword: they wandered about in sheepskins and goatskins; being destitute, afflicted, tormented;

    FKJ Teir vórðu steinaðir, teir vórðu sagaðir sundur, vórðu freistaðir, vórðu vignir við svørði: teir reikaðu um í seyðaskinnum og geitaskinnum; vóru neyðstaddir, nívdir, pínslaðir;

    VD tey vórðu steinað, sagað sundur, freistað, dripin við svørði; tey gingu um í seyðaskinnum og geita-skinnum; tey liðu neyð, trongd, ringa viðferð

    JD teir vórðu steinaðir, teir vórðu sagaðir sundur, teir vórður freistaðir, teir vórðu dripnir við svørði, teir flakkaðu um í seyðaskinnum og geitaskinnum, neyðstaddir, at-trongdir, illa viðfarnir, –

  • 1. Pætur 3:18

    KJB For Christ also hath once suffered for sins, the just for the unjust, that he might bring us to God, being put to death in the flesh, but quickened by the Spirit:

    FKJ Tí Christus eisini hevur eina ferð liðið fyri syndir, hin rættláti fyri hinar órættlátu, fyri at hann mátti føra okkum til Guðs, verðandi tikin av lívi í kjøtinum, men livandigjørdur av Andanum:

    VD Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum;

    JD Tí at Kristus leið eisini eina ferð fyri syndarar, ein rættvísur fyri órættvísar, fyri at hann kundi leiða okkum fram til Guðs, hann, sum leið deyðan í likaminum, men varð livandi gjørdur í andanum,