KJB And I saw thrones, and they sat upon them, and judgment was given unto them: and I saw the souls of them that were beheaded for the witness of Jesus, and for the word of God, and which had not worshipped the beast, neither his image, neither had received his mark upon their foreheads, or in their hands; and they lived and reigned with Christ a thousand years.

FKJ Og eg sá trónur, og teir settust á tær, og dómur varð givin teimum: og eg sá sálir teirra sum vórðu hálshøgdir fyri Jesu vitnisburð, og fyri Guðs orð, og sum ikki høvdu tilbiðið djórið, eiheldur mynd hansara, eiheldur høvdu móttikið hansara merki uppá ennir síni, ella í hendur sínar; og teir livdu og ráddu við Christi túsund ár.

VD Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár.

JD Og eg sá hásæti, og menn settust í tey, og dómsvald varð teimum givið; og eg sá sálir teirra, sum hálshøgdir høvdu verið fyri Jesu vitnisburðar skuld og fyri Guðs orðs skuld, og teir, sum ikki høvdu tilbiðið djórið ella mynd tess, og ikki høvdu tikið merkið á enni sítt og á hond sína; og teir livdu og ráddu saman við Kristi túsund ár.