• 1. Pætur 2:2

    KJB As newborn babes, desire the sincere milk of the word, that ye may grow thereby:

    FKJ Og sum nýfødd pinkubørn, tráið hina falsleysu mjólk orðsins, so at tit mega vaksa harav:

    VD Tráið – eins og nýfødd børn – eftir hini óblandaðu mjólk orðsins, fyri at tit av henni kunnu vaksa til frelsu

    JD og stundið eins og nýfødd børn eftir hini andligu, ósviknu mjólk, fyri at tit kunnu vaksa av henni til frelsu;

  • 1. Pætur 2:3

    KJB If so be ye have tasted that the Lord is gracious.

    FKJ Um so veri, at tit hava smakkað at Harrin er náðigur.

    VD so satt sum tit hava smakkað, at Harrin er góður!

    JD um tað er so, at tit hava smakkað, at Harrin er góður.

  • 1. Pætur 3:18

    KJB For Christ also hath once suffered for sins, the just for the unjust, that he might bring us to God, being put to death in the flesh, but quickened by the Spirit:

    FKJ Tí Christus eisini hevur eina ferð liðið fyri syndir, hin rættláti fyri hinar órættlátu, fyri at hann mátti føra okkum til Guðs, verðandi tikin av lívi í kjøtinum, men livandigjørdur av Andanum:

    VD Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum;

    JD Tí at Kristus leið eisini eina ferð fyri syndarar, ein rættvísur fyri órættvísar, fyri at hann kundi leiða okkum fram til Guðs, hann, sum leið deyðan í likaminum, men varð livandi gjørdur í andanum,

  • 1. Pætur 3:21

    KJB The like figure whereunto even baptism doth also now save us (not the putting away of the filth of the flesh, but the answer of a good conscience toward God,) by the resurrection of Jesus Christ:

    FKJ Hin líka mynd við hvat enntá dópur eisini nú frelsir okkum, (ikki burturtøkan av óreinsku kjøtsins, men aftursvarið av eini góðari samvitsku mótvegis Guði,) við uppreisn Jesu Christs:

    VD sum nú eisini frelsir tykkum í avmynd síni, dópinum, sum ikki er, at óreinska holdsins verður tikin burt, men er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud, við uppreisn Jesu Krists,

    JD sum nú eisini frelsir tykkum í sínum mótbílæti, dópinum, hann sum ikki er burturtekt av óreinskuni á likaminum, men bøn til Guðs um góða samvitsku fyri uppreisn Jesu Krists,

  • 1. Pætur 4:1

    KJB Forasmuch then as Christ hath suffered for us in the flesh, arm yourselves likewise with the same mind: for he that hath suffered in the flesh hath ceased from sin;

    FKJ Eftirsum at Christus hevur liðið fyri okkum í kjøtinum, tá brynjið tykkum á sama hátt við sama sinni: tí at hann, ið hevur liðið í kjøtinum, er hildin uppat frá synd;

    VD Táið nú Kristus hevur liðið í holdinum, skulu eisini tit vápna tykkum við sama sinnalagi – tí tann, sum liðið hevur í holdinum, hevur einki at gera við synd longur –

    JD Við tað at nú Kristus hevur liðið í holdinum, tá vápnið eisini tit tykkum við tí sama sinnalagi, tí at tann, sum hevur liðið í holdinum, er hildin uppat við synd;