• Rómverjarnir 8:17
    KING JAMES BIBLE – HOLY BIBLE
    And if children, then heirs; heirs of God, and joint-heirs with Christ; if so be that we suffer with him, that we may be also glorified together.
    FØROYSKA KING JAMES – HØJGAARD
    Og um børn, tá arvingar; arvingar hjá Guði, og samarvingar við Christi; um so veri, at vit líða við honum, at vit mega verða eisini dýrðmettir saman.
    TÝÐING – DAHL
    Men eru vit børn, tá eru vit eisini arvingar, og tað Guðs arvingar, og Krists samarvingar, so framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum.
    DONSK UMSETING – 1819
    Men dersom vi ere Børn, ere vi arvinger, nemlig Guds Arvinger og Christi Medarvinger, saafremt, vi lide med ham, at vi da ogsaa skulle herliggjøres med ham.
    SVENSK UMSETING – 1873
    Äre vi nu barn, så äre vi ock arfvingar; nämliga Guds arfvingar, och Christi medarfvingar; om vi annars lidom med honom, att vi ock med honom komma mågom till härligheten.
    TÝÐING – DANIELSEN
    Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar – so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum.
  • Rómverjarnir 10:1
    KING JAMES BIBLE – HOLY BIBLE
    Brethren, my heart’s desire and prayer to God for Israel is, that they might be saved.
    FØROYSKA KING JAMES – HØJGAARD
    BRØÐUR, mín hjartans trá og bøn til Guðs fyri Ísrael er, at teir máttu verðið frelstir.
    DONSK UMSETING – 1819
    Brødre mit Hjertes Ønske og Begjering til Gud for Israel om deres Frelse.
    SVENSK UMSETING – 1873
    Bröder, mins hjertas begär och bön till Gud är för Israel, att de måtte varda salige;
    TÝÐING – DANIELSEN
    Brøður! Hjartans ynski mítt og bøn mín til Gud fyri teimum er, at tey skulu verða frelst.
    TÝÐING – DAHL
    Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guðs, at teir mega verða frelstir.
  • Rómverjarnir 13:9
    KING JAMES BIBLE – HOLY BIBLE
    For this, Thou shalt not commit adultery, Thou shalt not kill, Thou shalt not steal, Thou shalt not bear false witness, Thou shalt not covet; and if there be any other commandment, it is briefly comprehended in this saying, namely, Thou shalt love thy neighbour as thyself.
    FØROYSKA KING JAMES – HØJGAARD
    Tí at hetta, Tú skalt ikki fremja hordóm, Tú skalt ikki drepa, Tú skalt ikki stjala, Tú skalt ikki bera falskan vitnisburð, Tú skalt ikki girnast; og um tað veri seg nakað annað boð, tað verður í stuttum tikið samanum í hesi framsøgn, nevniliga, Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.
    DONSK UMSETING – 1819
    Thi det: du skal ikke bedrive hoer; du skal ikke ihjelslaae; du skal ikke stjæle; du skal ikke bære falsk Vidnesbyrd; du skal ikke begjere; og om der er noget andet Bud, det befattes som i en hovedsum i dette Ord; du skal elske din Næste som dig selv.
    SVENSK UMSETING – 1873
    Ty det som sagdt är: Du skall icke göra hor; du skall icke dräpa; du skall icke stjäla; du skall icke bära falskt vittne; du skall icke begära; och annat sådant bud, det beslutes i detta ordet: Du skall älska din nästa som dig sjelf.
    TÝÐING – DANIELSEN
    Tí hetta: »Tú mást ikki dríva hor«; »tú mást ikki drepa«; »tú mást ikki stjala«; »tú mást ikki girnast« – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: »Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.«
    TÝÐING – DAHL
    Tí at hetta: »Tú mást ikki dríva hor, tú mást ikki sláa í hel, tú mást ikki stjala, tú mást ikki girnast,« og hvat annað boð so er, tað verður tikið undir einum í hesum orði: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.«
  • Rómverjarnir 14:9
    KING JAMES BIBLE – HOLY BIBLE
    For to this end Christ both died, and rose, and revived, that he might be Lord both of the dead and living.
    FØROYSKA KING JAMES – HØJGAARD
    Tí at til hetta endamál Christus bæði doyði, og reis, og livnaði aftur, at hann mátti vera Harri bæði teirra deyðu og livandi.
    DONSK UMSETING – 1819
    Dertil er jo Christus baade død og opstanden og bleven levende igjen, at han skal herske baade over Døde og Levende.
    SVENSK UMSETING – 1873
    Ty Christus är derpå både död och uppstånden, och åter lefvandes vorden, att han skall vara Herre, både öfver lefvande och döda.
    TÝÐING – DANIELSEN
    Tí doyði jú Kristus og varð livandi aftur, at Hann skuldi vera Harri yvir bæði livandi og deyðum.
    TÝÐING – DAHL
    Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða harri bæði yvir deyðum og livandi.