• 1. Thessalónicarar 4:14

    KJB For if we believe that Jesus died and rose again, even so them also which sleep in Jesus will God bring with him.

    FKJ Tí at um vit trúgva at Jesus doyði og reis upp aftur, so vil Guð eisini enntá føra teir, sum sova í Jesusi, við honum.

    VDso satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum.

    JD Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum.

    GEV GÆTUR: um = treyta av

  • 1. Thessalónicarar 5:27

    KJB I charge you by the Lord that this epistle be read unto all the holy brethren.

    FKJ Eg áleggi tykkum við Harran, at hesin epistil verði lisin fyri øllum heilagu brøðrunum.

    VD Eg áleggi tykkum við Harranum at lata brævið verða lisið fyri øllum brøðrunum.

    JD Eg leggi tykkum við Harranum dýran við, at tit lata brævið verða lisið upp fyri øllum brøðrunum.

  • 1. Thessalónicarar 5:28

    KJB The grace of our Lord Jesus Christ be with you. Amen.

    FKJ Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum. Amen.

    VD Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum!

    JD Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum!

  • 2. Thessalónicarar 2:2

    KJB That ye be not soon shaken in mind, or be troubled, neither by spirit, nor by word, nor by letter as from us, as that the day of Christ is at hand.

    FKJ At tit ikki verða skjótt skakaðir í sinni, ella órógvast, hvørki við anda, ella við orði, ella við brævi sum frá okkum, sum at dagur Christs er við hond.

    VD ikki at vera skjótar at lata tykkum gera í ørviti ella ræða, hvørki við nøkrum anda, nakrari talu ella nøkrum brævi – sum skal vera frá okkum – eins og dagur Harrans stóð fyri durunum.

    JD at tit ikki mega vera so skjótir at lata tykkum vika burtur frá skili ella lata tykkum ræða, hvørki við nøkrum anda ella við nakrari talu ella við nøkrum brævi, sum skuldi tað verið frá okkum, sum at Harrans dagur longu var í hondum.

  • 2. Thessalónikarar 3:18

    KJB The grace of our Lord Jesus Christ be with you all. Amen.

    FKJ Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum øllum. Amen.

    VD Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum øllum!

    JD Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum øllum!