í

  • Openbering Jóhannesar 13:16

    KJB And he causeth all, both small and great, rich and poor, free and bond, to receive a mark in their right hand, or in their foreheads:

    FKJ Og hann veldur øllum, bæði smáum og miklum, ríkum og fátøkum, fríum og trælum, at móttaka eitt merki í sína høgru hond, ella í síni ennir:

    VD Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna,

    JD Og tað fær allar, bæði smáar og stórar, bæði ríkar og fátækar, bæði frælsar og trælar til at seta sær merki á høgru hond sína ella á enni sítt,

  • Opinbering Jóhannesar 20:4

    KJB And I saw thrones, and they sat upon them, and judgment was given unto them: and I saw the souls of them that were beheaded for the witness of Jesus, and for the word of God, and which had not worshipped the beast, neither his image, neither had received his mark upon their foreheads, or in their hands; and they lived and reigned with Christ a thousand years.

    FKJ Og eg sá trónur, og teir settust á tær, og dómur varð givin teimum: og eg sá sálir teirra sum vórðu hálshøgdir fyri Jesu vitnisburð, og fyri Guðs orð, og sum ikki høvdu tilbiðið djórið, eiheldur mynd hansara, eiheldur høvdu móttikið hansara merki uppá ennir síni, ella í hendur sínar; og teir livdu og ráddu við Christi túsund ár.

    VD Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár.

    JD Og eg sá hásæti, og menn settust í tey, og dómsvald varð teimum givið; og eg sá sálir teirra, sum hálshøgdir høvdu verið fyri Jesu vitnisburðar skuld og fyri Guðs orðs skuld, og teir, sum ikki høvdu tilbiðið djórið ella mynd tess, og ikki høvdu tikið merkið á enni sítt og á hond sína; og teir livdu og ráddu saman við Kristi túsund ár.

  • Opinbering Jóhannesar 22:4

    KJB And they shall see his face; and his name shall be in their foreheads.

    FKJ Og teir skulu síggja andlit hansara; og hansara navn skal vera í ennum teirra.

    VD Teir skulu síggja ásjón Hansara, og navn Hansara skal vera á pannum teirra.

    JD Og teir skulu síggja ásjón hansara, og navn hansara skal vera á ennum teirra.