1. Timotheus 1:1

Gev gætur eftir:

Paulus, ein ápostul Jesu Christs viðˆ boði Guðs Frelsara várs, og Harra Jesu Christs, sum er vón okkara;

Gleðiboðskapurin
1 HARAFTURAT, brøður, so kunngeri eg tykkum gleðiboðskapin, hvønn eg prædikaði tykkum, hvørjum tit eisini hava tikið við, og í hvørjum tit standa;
2 Við hvørjum eisini tit eru frelstir, um tit haldi í minni hvat eg prædikaði tykkum, uttan so tit havi trúð til einkiðs.
3 Tí at eg avhendi tykkum fyrst av øllum tað, sum eg eisini tók ímóti, hvussu ið Christus doyði fyri okkara syndir samsvarandi skriftunum;
4 Og at hann varð grivin, og at hann reis upp aftur triðja dagin samsvarandi skriftunum:
1. Corintharar 15:1-4