1. Pætur

  • 1. Pætur 3:21

    KJB The like figure whereunto even baptism doth also now save us (not the putting away of the filth of the flesh, but the answer of a good conscience toward God,) by the resurrection of Jesus Christ:

    FKJ Hin líka mynd við hvat enntá dópur eisini nú frelsir okkum, (ikki burturtøkan av óreinsku kjøtsins, men aftursvarið av eini góðari samvitsku mótvegis Guði,) við uppreisn Jesu Christs:

    VD sum nú eisini frelsir tykkum í avmynd síni, dópinum, sum ikki er, at óreinska holdsins verður tikin burt, men er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud, við uppreisn Jesu Krists,

    JD sum nú eisini frelsir tykkum í sínum mótbílæti, dópinum, hann sum ikki er burturtekt av óreinskuni á likaminum, men bøn til Guðs um góða samvitsku fyri uppreisn Jesu Krists,

  • 1. Pætur 4:1

    KJB Forasmuch then as Christ hath suffered for us in the flesh, arm yourselves likewise with the same mind: for he that hath suffered in the flesh hath ceased from sin;

    FKJ Eftirsum at Christus hevur liðið fyri okkum í kjøtinum, tá brynjið tykkum á sama hátt við sama sinni: tí at hann, ið hevur liðið í kjøtinum, er hildin uppat frá synd;

    VD Táið nú Kristus hevur liðið í holdinum, skulu eisini tit vápna tykkum við sama sinnalagi – tí tann, sum liðið hevur í holdinum, hevur einki at gera við synd longur –

    JD Við tað at nú Kristus hevur liðið í holdinum, tá vápnið eisini tit tykkum við tí sama sinnalagi, tí at tann, sum hevur liðið í holdinum, er hildin uppat við synd;

  • 1. Pætur 5:14

    KJB Greet ye one another with a kiss of charity. Peace be with you all that are in Christ Jesus. Amen.

    FKJ Heilsið hvør øðrum við einum vælvildarkossi. Friður veri við tykkum øllum sum eru í Christi Jesusi. Amen.

    VD Heilsið hvør øðrum við kærleikskossi! Friður veri við øllum tykkum, sum eru í Kristusi!

    JD Heilsið hvør øðrum við kærleiks kossi. Friður veri við tykkum øllum, sum eru í Kristi!