Lukas

  • Lukas 4:8

    KJB And Jesus answered and said unto him, Get thee behind me, Satan: for it is written, Thou shalt worship the Lord thy God, and him only shalt thou serve.

    FKJ Og Jesus svaraði og segði við hann, Slepp tær afturum meg, Satan: tí at skrivað stendur, Tú skalt tilbiðja Harran Guð tín, og honum eina skalt tú tæna.

    VD Jesus svaraði honum: »Skrivað er: »Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.««

    JD Og Jesus svaraði og segði við hann: »Skrivað stendur: »Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.««

  • Lukas 4:18

    KJB The Spirit of the Lord is upon me, because he hath anointed me to preach the gospel to the poor; he hath sent me to heal the brokenhearted, to preach deliverance to the captives, and recovering of sight to the blind, to set at liberty them that are bruised,

    FKJ Andi Harrans er uppiá mær, av tí at hann hevur salvað meg til at prædika gleðiboðskapin fyri hinum fátæku; hann hevur sent meg at grøða tey hjartabrotnu, at prædika útfrían fyri teimum bundnu, og endurheintan av sjón fyri hinum blindu, at seta í frælsi tey sum eru knúst,

    VD »Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,

    JD »Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum,

  • Lukas 4:41

    KJB And devils also came out of many, crying out, and saying, Thou art Christ the Son of God. And he rebuking them suffered them not to speak: for they knew that he was Christ.

    FKJ Og djevlar eisini komu út úr mongum, geylandi út, og sigandi, Tú ert Christus – Sonur Guðs. Og, hartandi teir, loyvdi hann teimum ikki at tala: tí at teir vitstu at hann var Christus.

    VD Illir andar fóru eisini út úr mongum, og teir róptu: »Tú ert Sonur Guds!« Men Hann hótti at teimum og læt teir ikki sleppa at tala; tí teir vitstu, at Hann var Kristus.

    JD Eisini illir andar fóru út úr mongum, og teir rópaðu og søgdu: »Tú ert sonur Guðs!« Og hann hótti at teimum og gav teimum ikki loyvi at tala, tí at teir vistu, at hann var Kristus.

  • Lukas 11:2

    KJB And he said unto them, When ye pray, say, Our Father which art in heaven, Hallowed be thy name. Thy kingdom come. Thy will be done, as in heaven, so in earth.

    FKJ Og hann segði við teir, Tá ið tit biðja, sigið, Faðir vár sum ert í himni, Halgað veri navn títt. Komi kongadømi títt. Veri gjørdur vilji tín, sum í himni, so í jørð.

    VD Hann segði við teir: »Táið tit biðja, sigið tá: »Faðir! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt!

    JD Men hann segði við teir: »Tá ið tit biðja, tá sigið: Faðir, heilagt veri navn títt, komi ríki títt,

  • Lukas 11:4

    KJB And forgive us our sins; for we also forgive every one that is indebted to us. And lead us not into temptation; but deliver us from evil.

    FKJ Og fyrigev okkum syndir okkara; tí eisini vit fyrigeva hvørjum tí sum er skyldigur móti okkum. Og leið okkum ikki inn í freisting; men bjarga okkum frá illum.

    VD Fyrigev okkum syndir okkara – tí eisini vit fyrigeva øllum, ið skylda okkum! Leið okkum ikki í freisting!««

    JD og fyrigev okkum syndir okkara, tí at eisini vit sjálvir fyrigeva einum og hvørjum, sum okkum er skyldugur; og leið okkum ikki í freistingar.«

    Sí eisini: https://talva.skriftin.com/lordsprayer.html