Nýggja Testamenti

  • 2. Thessalónicarar 2:2

    KJB That ye be not soon shaken in mind, or be troubled, neither by spirit, nor by word, nor by letter as from us, as that the day of Christ is at hand.

    FKJ At tit ikki verða skjótt skakaðir í sinni, ella órógvast, hvørki við anda, ella við orði, ella við brævi sum frá okkum, sum at dagur Christs er við hond.

    VD ikki at vera skjótar at lata tykkum gera í ørviti ella ræða, hvørki við nøkrum anda, nakrari talu ella nøkrum brævi – sum skal vera frá okkum – eins og dagur Harrans stóð fyri durunum.

    JD at tit ikki mega vera so skjótir at lata tykkum vika burtur frá skili ella lata tykkum ræða, hvørki við nøkrum anda ella við nakrari talu ella við nøkrum brævi, sum skuldi tað verið frá okkum, sum at Harrans dagur longu var í hondum.

  • 2. Thessalónikarar 3:18

    KJB The grace of our Lord Jesus Christ be with you all. Amen.

    FKJ Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum øllum. Amen.

    VD Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum øllum!

    JD Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum øllum!

  • 1. Timotheus 1:1

    KJB Paul, an apostle of Jesus Christ by the commandment of God our Saviour, and Lord Jesus Christ, which is our hope;

    FKJ Paulus, ein ápostul Jesu Christs eftir boði Guðs Frelsara várs, og Harra Jesu Christs, sum er okkara vón;

    VD Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Gudi, Frelsara okkara, og Kristi Jesusi, vón okkara

    JD Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Guði, frelsara várum, og Kristi Jesusi, vón vári,

  • 1. Timotheus 2:7

    KJB Whereunto I am ordained a preacher, and an apostle, (I speak the truth in Christ, and lie not;) a teacher of the Gentiles in faith and verity.

    FKJ Hvarat eg eri innsettur sum prædikumaður, og ein ápostul, (eg tali sannleikan í Christi, og lúgvi ikki;) ein lærari av Heidningunum í trúgv og sannleika.

    VD Fyri hetta eri eg settur til prædikara og ápostul – eg sigi sannleika, eg lúgvi ikki – heidningum til lærara í trúgv og sannleika.

    JD og hann eri eg settur sum boðberi og ápostul fyri – eg sigi sannleika, eg ljúgvi ikki – sum lærari hjá heidningum í trúgv og sannleika.

  • 1. Timotheus 2:15

    KJB Notwithstanding she shall be saved in childbearing, if they continue in faith and charity and holiness with sobriety.

    FKJ Men hon skal verða frelst í barnsføðing, um tær haldi fram í trúgv og vælvild og heilagleika við hóvsemi.

    VD Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, so satt sum tær verða verandi í trúgv, kærleika og heilagleika við siðprýði.

    JD Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, um tær verða standandi í trúgv og kærleika og heilagleika við hóvsemi.