Nýggja Testamenti

  • 1. Timotheus 3:3

    KJB Not given to wine, no striker, not greedy of filthy lucre; but patient, not a brawler, not covetous;

    FKJ Ikki givin til vín, eingin sláari, ikki grádigur eftir skitnum vinningi; men tolmóðigur, ikki eitt klandursvætti, ikki ágirndarsamur;

    VD ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur.

    JD ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagrammur;

  • 1. Timotheus 3:16

    KJB And without controversy great is the mystery of godliness: God was manifest in the flesh, justified in the Spirit, seen of angels, preached unto the Gentiles, believed on in the world, received up into glory.

    FKJ Og uttan stríðsmál, mikil er loyndardómur gudiligleikans: Guð varð tilkennargivin í kjøtinum, rættvísgjørdur í Andanum, sæddur av einglum, prædikaður Heidningunum, trúðin á í heiminum, móttikin upp inn í dýrd.

    VD Og – sum ein og hvør má sanna – stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi, rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, prædikaður millum fólkasløg, trúgvin í heiminum, tikin upp í dýrd.

    JD Og eyðvitað er loyndardómur gudsóttans mikil: Hann, sum varð opinberaður í holdi, varð rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, boðaður heidninga millum, trúgvin í heimi, tikin upp í dýrd.

  • 1. Timotheus 6:5

    KJB Perverse disputings of men of corrupt minds, and destitute of the truth, supposing that gain is godliness: from such withdraw thyself.

    FKJ Rangvørgir orðadráttir av monnum av spiltum hugum, og eiðasørir fyri sannleikanum, sum halda at vinningur er gudiligleiki: frá slíkum hav teg undan.

    VD støðugt klandur – millum menniskju, sum eru hugspilt og hava mist sannleikan, so tey halda gudsóttan vera vinning.

    JD íðuligir tvídráttir millum manna, sum eru spiltir í huga og skildir frá sannleikanum, teir sum halda gudsóttan vera ein vinning.

  • 1. Timotheus 6:19

    KJB Laying up in store for themselves a good foundation against the time to come, that they may lay hold on eternal life.

    FKJ So at teir goyma sær niðurfyri ein góðan grundvøll ímóti komandi tíð, at teir mega leggja hald á ævigt lív.

    VD og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!

    JD so at teir savna sær sjálvum niðurfyri ein góðan grundvøll fyri komandi tíð, til tess at teir kunnu grípa hitt sanna lívið.

  • 2. Timotheus 2:12

    KJB If we suffer, we shall also reign with him: if we deny him, he also will deny us:

    FKJ Um vit líða, skulu vit eisini ráða við honum: um vit avnokta hann, vil hann eisini avnokta okkum:

    VD halda vit út, skulu vit eisini ráða við Honum; avnokta vit, skal eisini Hann avnokta okkum;

    JD halda vit út, skulu vit eisini ráða við honum; avnokta vit, skal hann eisini avnokta okkum;