Nýggja Testamenti

  • Openbering Jóhannesar 13:16

    KJB And he causeth all, both small and great, rich and poor, free and bond, to receive a mark in their right hand, or in their foreheads:

    FKJ Og hann veldur øllum, bæði smáum og miklum, ríkum og fátøkum, fríum og trælum, at móttaka eitt merki í sína høgru hond, ella í síni ennir:

    VD Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna,

    JD Og tað fær allar, bæði smáar og stórar, bæði ríkar og fátækar, bæði frælsar og trælar til at seta sær merki á høgru hond sína ella á enni sítt,

  • Opinbering Jóhannesar 14:5

    KJB And in their mouth was found no guile: for they are without fault before the throne of God.

    FKJ Og í teirra munni fanst einkið fals: tí at teir eru uttan feil frammanfyri hásæti Guðs.

    VD Í munni teirra er eingin lygn funnin – teir eru ólastandi.

    JD Og í munni teirra var eingin lygn at finna; tí at teir eru lýtaleysir.

  • Opinbering Jóhannesar 14:14

    KJB And I looked, and behold a white cloud, and upon the cloud one sat like unto the Son of man, having on his head a golden crown, and in his hand a sharp sickle.

    FKJ Og eg hugdi, og sí eitt hvítt skýggj, og á skýnum sat ein, líkur Menniskjusyninum, og hevði á sínum høvdi gylta krúnu, og í síni hond ein hvassan akurknív.

    VD Nú fekk eg at síggja hvítt skýggj; á skýnum sat ein, ið líktist menniskjasyni; hann hevði gullkrúnu á høvdinum og hvassan akurknív í hondini.

    JD Og eg sá, og sí: Hvítt skýggj, og á skýinum sat ein, líkur menniskjusyni, og hann hevði gullkrúnu á høvdinum, og í hondini hvassan akurknív.

    Gev gætur: the Son of man = Menniskjusonurin = Jesus Christus

  • Opinbering Jóhannesar 15:3

    KJB And they sing the song of Moses the servant of God, and the song of the Lamb, saying, Great and marvellous are thy works, Lord God Almighty; just and true are thy ways, thou King of saints.

    FKJ Og teir syngja song Mósesar, tænara Guðs, og song Lambsins, sigandi, Mikil og undrunarverd eru tíni verk, Harri Guð Almáttugur; rættlátir og sannir eru tínir vegir, tú Kongur hjá heilagum.

    VD Tey sungu song Mósesar, tænara Guds, og song lambsins; tey søgdu: »Stór og undurfull eru verk Tíni Harri Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir Tínir, Tú kongur tjóðanna!

    JD Og teir sungu song Mósesar, tænara Guðs, og song lambsins, og søgdu: »Stórir og undurfullir eru gerningar tínir, Harrin Guð, tú alvaldi. Rættvísir og sannir eru vegir tínir, tú kongur fólkanna!