Nýggja Testamenti

  • Hebrearar 10:39

    KJB But we are not of them who draw back unto perdition; but of them that believe to the saving of the soul.

    FKJ Men vit eru ikki av teimum ið havast undan, til undirgangs; men av teimum sum trúgva, til sálarfrelsu.

    VD Tó, vit eru ikki av teimum, ið sigast undan – til fortaping – men av teimum, ið trúgva – sálini til frelsu.

    JD Men vit eru ikki teir, sum berast undan, til glatanar, men teir, sum trúgva, til sálarhjálpar.

  • Hebrearar 11:11

    KJB Through faith also Sara herself received strength to conceive seed, and was delivered of a child when she was past age, because she judged him faithful who had promised.

    FKJ Við trúgv fekk eisini sjálv Sára styrki til at ala sáð, og varð loyst frá barni, tá ið hon var yvir aldur, tí hon dømdi hann at vera trúgvan sum hevði fyrijáttað.

    VD Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.

    JD Við trúgv fekk eisini sjálv Sára kraft til at barnast, og tað tó at hon var komin yvir tann aldur, tí at hon helt tann trúfastan, sum hevði fyrijáttað tað.

  • Hebrearar 11:37

    KJB They were stoned, they were sawn asunder, were tempted, were slain with the sword: they wandered about in sheepskins and goatskins; being destitute, afflicted, tormented;

    FKJ Teir vórðu steinaðir, teir vórðu sagaðir sundur, vórðu freistaðir, vórðu vignir við svørði: teir reikaðu um í seyðaskinnum og geitaskinnum; vóru neyðstaddir, nívdir, pínslaðir;

    VD tey vórðu steinað, sagað sundur, freistað, dripin við svørði; tey gingu um í seyðaskinnum og geita-skinnum; tey liðu neyð, trongd, ringa viðferð

    JD teir vórðu steinaðir, teir vórðu sagaðir sundur, teir vórður freistaðir, teir vórðu dripnir við svørði, teir flakkaðu um í seyðaskinnum og geitaskinnum, neyðstaddir, at-trongdir, illa viðfarnir, –

  • Jákup 5:16

    KJB Confess your faults one to another, and pray one for another, that ye may be healed. The effectual fervent prayer of a righteous man availeth much.

    FKJ Játtið tykkara feilir hvør fyri øðrum, og biðjið hvør fyri øðrum, at tit mega verða grøddir. Hin virknaðarsama, inniliga bønin av rættvísum manni megnar mikið.

    VD Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.

    JD Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit mega verða grøddir. Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment.

  • 1. Pætur 1:22

    KJB Seeing ye have purified your souls in obeying the truth through the Spirit unto unfeigned love of the brethren, see that ye love one another with a pure heart fervently:

    FKJ Við tað at tit hava skírgað tykkara sálir í at lýða sannleikan, ígjøgnum Andan, til ófalsaðan alsk av brøðrunum, tá síggið til at tit elska hvør annan inniliga við skírum hjarta:

    VD Eftir at hava reinsað sálir tykkara í lýdni fyri sannleikanum til bróðurkærleika, sum ikki bert er eiti – havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta –

    JD Reinsið sálir tykkara í lýdni móti sannleikanum til falsleysan bróður-kærleika, og elskið hvør annan inniliga av hjarta,