Nýggja Testamenti

  • Judas 1:3

    KJB Beloved, when I gave all diligence to write unto you of the common salvation, it was needful for me to write unto you, and exhort you that ye should earnestly contend for the faith which was once delivered unto the saints.

    FKJ Elskaðu tit, tá ið eg veitti allan íðinskap at skriva tykkum um hina felags frelsu, var tað neyðturviligt hjá mær at skriva tykkum, og formana tykkum at tit skuldu álvarsamligani stríða fyri trúnni, sum varð einaferð fingin hinum heilagu.

    VD Tit elskaðu! Táið mær lá nógv á hjarta at skriva til tykkara um felags frelsu okkara, sá eg meg noyddan at skriva til tykkara við áminning um at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur.

    JD Elskaðu tit; tá ið tað var mær ógvuliga nógv um at gera at skriva til tykkara um okkara felags frelsu, helt eg meg vera noyddan til at skriva til tykkara at minna tykkum um at stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu.

  • Opinbering Jóhannesar 1:13

    KJB And in the midst of the seven candlesticks one like unto the Son of man, clothed with a garment down to the foot, and girt about the paps with a golden girdle.

    FKJ Og í miðju hinna sjey ljósastaka ein, líkur Menniskjusyninum, klæddur við einum klæði niður til fóts, og gyrdur um bróstini við gyltum gyrðli.

    VD og millum ljósastakarnar ein, sum líktist menniskjasyni, klæddan í fótsíðan kyrtil og við gullbelti spentum um bróstið.

    JD og millum ljósastakanna einhvønn, líkan einum menniskjusyni, klæddan í fótsíðum kyrtli og spentan við gullbelti um bringuna;

  • Opinbering Jóhannesar 2:15

    KJB So hast thou also them that hold the doctrine of the Nicolaitans, which thing I hate.

    FKJ Soleiðis hevurt tú eisini teir sum halda doktrinu Nicolaiitanna, hvat ting eg hati.

    VD Soleiðis hevur eisini tú nøkur, sum á sama hátt halda fast við læru Nikola’itanna.

    JD Soleiðis hevur tú eisini slíkar, sum á líkan hátt halda fast við læru Nikolaitanna.

  • Opinbering Jóhannesar 5:9

    KJB And they sung a new song, saying, Thou art worthy to take the book, and to open the seals thereof: for thou wast slain, and hast redeemed us to God by thy blood out of every kindred, and tongue, and people, and nation;

    FKJ Og teir sungu nýggjan song, og søgdu, Tú ert verdur at taka bókina, og at opna innsiglini hjá henni: tí at tú varðst dripin, og hevurt leyskeypt okkum til Guðs við tínum blóði úr hvørji ætt, og tungu, og fólki, og tjóð;

    VD Tey sungu nýggjan song og søgdu: »Verdur ert Tú at taka bókrulluna og lata upp innsigli hennara, tí Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum

    JD Og teir sungu nýggjan song og søgdu: Verdur ert tú at taka bókina og lata upp innsigli hennara, tí at tú varðst dripin og við blóði tínum keypti tú Guði menniskju av øllum ættargreinum og tungumálum og tjóðum og fólkasløgum,

  • Opinbering Jóhannesar 5:10

    KJB And hast made us unto our God kings and priests: and we shall reign on the earth.

    FKJ Og hevurt gjørt okkum hjá Guði várum til kongar og prestar: og vit skulu ríkja á jørðini.

    VD og gjørdi tey til kongaríki og prestar fyri Gudi okkara; tey skulu vera kongar á jørðini!«

    JD og gjørdi tey fyri Guði okkara til kongaríki og til prestar, og tey skulu vera kongar á jørðini!«