Christ

  • Ephesarar 3:9

    KJB And to make all men see what is the fellowship of the mystery, which from the beginning of the world hath been hid in God, who created all things by Jesus Christ:

    FKJ Og at fáa allar menn at sjá hvat er samfelag loyndardómsins, sum frá byrjan veraldarinnar hevur verið fjaldur í Guði, sum skapti øll ting við Jesusi Christi:

    VD og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndarmálinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt

    JD og at upplýsa allar um, hvussu tað er við húshaldinum við hesum loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið fjaldur í Guði, sum allar lutir hevur skapað,

  • Ephesarar 3:14

    KJB For this cause I bow my knees unto the Father of our Lord Jesus Christ,

    FKJ Fyri hesa grund boyggi eg míni knø fyri Faðir várs Harra Jesu Christs,

    VD Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum

    JD Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum,

  • Kolossensararnir 1:2

    KJB To the saints and faithful brethren in Christ which are at Colosse: Grace be unto you, and peace, from God our Father and the Lord Jesus Christ.

    FKJ Til hinar heilagu og trúføstu brøður í Christi sum eru í Kolosse: Náði veri at tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum og Harranum Jesusi Christi.

    VD til hinar heiløgu og trúgvandi brøður í Kristusi í Kolosse. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara!

    JD til hinar heilagu og trúgvandi brøðurnar í Kolossu, sum hoyra Kristi til: náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum!

  • 2. Thessalónicarar 2:2

    KJB That ye be not soon shaken in mind, or be troubled, neither by spirit, nor by word, nor by letter as from us, as that the day of Christ is at hand.

    FKJ At tit ikki verða skjótt skakaðir í sinni, ella órógvast, hvørki við anda, ella við orði, ella við brævi sum frá okkum, sum at dagur Christs er við hond.

    VD ikki at vera skjótar at lata tykkum gera í ørviti ella ræða, hvørki við nøkrum anda, nakrari talu ella nøkrum brævi – sum skal vera frá okkum – eins og dagur Harrans stóð fyri durunum.

    JD at tit ikki mega vera so skjótir at lata tykkum vika burtur frá skili ella lata tykkum ræða, hvørki við nøkrum anda ella við nakrari talu ella við nøkrum brævi, sum skuldi tað verið frá okkum, sum at Harrans dagur longu var í hondum.

  • 1. Timotheus 2:7

    KJB Whereunto I am ordained a preacher, and an apostle, (I speak the truth in Christ, and lie not;) a teacher of the Gentiles in faith and verity.

    FKJ Hvarat eg eri innsettur sum prædikumaður, og ein ápostul, (eg tali sannleikan í Christi, og lúgvi ikki;) ein lærari av Heidningunum í trúgv og sannleika.

    VD Fyri hetta eri eg settur til prædikara og ápostul – eg sigi sannleika, eg lúgvi ikki – heidningum til lærara í trúgv og sannleika.

    JD og hann eri eg settur sum boðberi og ápostul fyri – eg sigi sannleika, eg ljúgvi ikki – sum lærari hjá heidningum í trúgv og sannleika.